Fyrireikararnir av Summar festivalinum avgjørdu tíðliga í dag at fremja umfatandi broytingar í skránni á festivalinum.
Tað innibar millum annað, at allar framførslurnar á stóra pallinum vórðu fluttar, meðan menninir hjá Ljóð Tøkni fingu skund at taka pallin niður áðrenn veðrið gjørdist ov ringt.
Tá boðini komu frá fyrireikarunum, at skráin varð broytt, vóru tað fleiri, ið høvdu hug at undrast, tí fyrr á degnum var veðrið av tí allarbesta.
Tað skuldi tó vísa seg, at teir vistu hvat teir gjørdu, tí um trý tíðina byrjaði tað at regna, og hevur gjørt tað uttan íhald síðani.
Festivaløkið er eisini munandi meira tómligt enn undanfarnu kvøldini, og á tjaldingarøkinum eru fleiri, ið hava pakkað saman, og eru rýmd av økinum.
Tey, ið eru eftir, kunnu tó gleða seg til fleiri framførslur í Tjaldrinum og Badmintonhøllini.
Klokkan 21 fer fyrsta stóra navnið á pall, tá The Dublin Legends spæla í Tjaldrinum, og so eru tey eisini nógv, ið gleða seg til konsertirnar seinni á kvøldi, har millum annað Týr, Kim Hansen og Rockhetjur fara á pall.