Klokkan níggju spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í HM-endaspælinum í Týsklandi. Talan verður um áttanda dystin upp á 12 dagar.
Føroyar og Kroatia spæla um at enda á sjeynda plássinum í HM-endaspælinum.
Fimm veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella til ein føroyskan sigur, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,80 og 1,85.
Oddsini upp á sigur til Kroatia liggja millum 2,30 og 2,39.
Her eru oddsini:
##med2##












