Veddingarfyritøkurnar hava aftur Viborg sum greiðan favoritt

17 altjóða veddingarfyritøkur hava aftur Viborg sum greiðan favoritt

Mynd: Scanpix

Í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli byrjar seinni dysturin millum B36 og Viborg í triðja umfarinum í Europa Conference League undankappingini. Viborg er á odda 3-0 frá fyrru uppgerðini. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds uppá dystin hava aftur hesaferð Viborg sum ein greiðan favoritt til at vinna á B36.

 

Oddsini uppá útisigur til Viborg liggja millum 1,30 og 1,37.

 

Oddsini uppá heimasigur til B36 liggja millum 7,20 og 9,08.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 4,75 og 5,05.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Scanpix