Seinnapartin klokkan 16.15 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti Danmark í høllini á Hálsi í Havn.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 15.45. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Í fyrsta umfari vann Danmark 27-22 á Eysturríki á útivølli, og Føroyar taptu 19-26 fyri Rumenia á útivølli.
Aftur hesaferð eru altjóða veddingarfyritøkur, ið ikki vilja lata odds uppá ein sigur til mótstøðuliðið hjá Føroyum. Tað sama hendi undan dystinum móti Rumenia í farnu viku.
Hinar veddingarfyritøkurnar sum "tora" at geva odds uppá ein sigur til Danmark á Føroyum lata bert 1,01 í oddsum fyri ein danskan sigur.
Oddsini uppá føroyska heimasigur sveiggja millum 15 og 31 í oddsum. Oddsini uppá javnleik liggja millum 21 og 34.
Veddingarfyritøkur: Føroyar-Danmark | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 23.00 | 23.00 | 1.01 | ||
1xBet | 31.00 | 30.00 | |||
888sport | 26.00 | 29.00 | |||
bet365 | 28.00 | 30.00 | |||
BetVictor | 15.00 | 23.00 | 1.01 | ||
Betway | 15.00 | 21.00 | 1.01 | ||
bwin | 15.00 | 23.00 | 1.01 | ||
ComeOn | 28.00 | 27.00 | 1.01 | ||
youwin | 21.00 | 34.00 | 1.01 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 22.44 | 26.67 | 1.01 |