Veddingarfyritøka: Jógvan rýkur í kvøld

Danske Spil roknar við javnari kapping í X Factor í kvøld, men tey peika á Jógvan sum favoritt at rúka út í kvøld

Í kvøld fara teir seinastu 5 luttakararnir í X Factor kappingini hjá DR at kappast um at sleppa í hálvfinaluna.

Ein av luttakarunum er fuglfirðingurin Jógvan Joensen, og sambært veddingarfyritøkuni Danske Spil verður tað mest sannlíkt Jógvan, sum verður sendur úr kappingini í kvøld.

Peter Emmika, sum starvast hjá Danske Spil, heldur, at tað er sera trupult at meta um luttakararnar í ár, tí kappingin er jøvn og einum høgum stigi.

- Vit rokna við, at Baraa yvirlivir aftur í kvøld, tí bæði Remee og Blachmann dáma hann væl. Tann einasti av hinum, sum hevur roynt at verið í vandabólkinum, er Jógvan, og vit rokna við, at tað verður avgerandi í kvøld, sigur hann við DR.

Danske Spil hevur sett odds á møguleikan hjá teimum ymsu luttakarunum at rúka út úr kappingini í kvøld. Lægstu odds eru á Jógvan (2,25), og síðani koma Iversen, Bang & Neumann (2,50), Baraa (4,00) og City Bois (10,00). Sambært Danske Spil er favoritturin Emilie púra trygg í kappingini, og hennara odds fyri at fara út í kvøld eru heili 40,00.