Meðan fleiri føroyskir fótbóltsfjepparar vóna og vænta ein javnan dyst millum numma 95 og nummar 111 á FIFA styrkislistanum á Skonto leikvøllinum í Riga í Lettlandi, so vænta veddingarfyritøkurnar ikki, at tað er lagt upp til ein javnan dyst millum Lettland og Føroyar.
Um hugt verður eftir oddsunum hjá teimum ymisku veddingarfyritøkunum so er Lettland greiður favorittur at vinna HM-undankappingardystin ímóti Føroyum, sum byrjar á Skonto leikvøllinum í Riga, klokkan 19.45 fríggjakvøldið.
Hægsta oddsið uppá lettlendskan sigur hevur Ladbrokes. Ladbrokes gevur í 1,57 í oddsum uppá lettlendskan sigur. Teir, sum eru mest vísir í, at Lettland fer at vinna á Føroyum er veddingarfyritøkan William Hill. Teir geva bert 1,36 í oddsum uppá sigur til heimaliðið. Annars liggja tær flestu veddingarfyritøkurnar um 1,50 uppá lettllendskan sigur.
Betway og Mybet eru veddingarfyritøkurnar, sum trúgva frægast uppá føroyskan sigur. Báðar hava 6,00 í oddsum uppá, at Føroyar vinna á Skonto leikvøllinum fríggjakvøldið. Pinnacle trýr minst uppá Føroyar. Pinnacle gevur odds 7,13 uppá útisigur. Annars liggja hinar veddingarfyritøkurnar millum 6,12 og 7,00 í oddsum uppá føroyskan sigur.
Oddsini uppá javnleik millum Lettland og Føroyar liggja millum 3,75 og 4,33.
Oddsini hjá Danske Spil eru 1,50 uppá lettlendskan sigur, 4,00 uppá javnleik og 7,00 uppá føroyskan sigur.
So hóast frálíka leikliga avrikið hjá Føroyum ímóti Ungarn í 0-0 javnleikinum á Tórsvølli, so er lagt upp til, at Lettland er greiður favorittur at vinna á Føroyum.