Síðan 14. desember hava umhvørvisáhugaðir føroyingar savnast uttan fyri Løgtingið fríggjadagar við vón um at ávirka politkararnar til at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Í dag hevur tað fimta veðurlagsverkfallið verið, og har var væl av fólki møtt upp. Tey ynskja, at neyðugu stigini verða tikin fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Veðurlagsverkføllini eru stuðlað av Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Ringrás, Unga Tjóðveldi, Ungamannafelagnum Samband og Sosialistiskum Ungum og Reyða Krossi. Stigtakarin til veðurlagsverkfallið er Hervør Pálsdóttir, limur í Unga Tjóveldinum.
- Vit vilja, at politikararnir taka ábyrgd og innsíggja, at Føroyar mugu taka drastisk stig fyri at basa veðurlagsbroytingunum. Vit vilja ikki, at politikararnir nú fara at bjóða fimta oljuleitingarumfar út, men halda, at Føroyar skulu gevast við at hava ein oljudreym. Okkara ynski er, at politikarnir raðfesta grøna orkuskiftið, sigur Hervør Pálsdóttir.
Teir flestu løgtingslimirnir gingu framvið, tí í dag var fyrsti tingfundurin í ár. Fyrireikararnir til veðurlagsverkfallið løgdu tiltakið soleiðis til rættis, at tað var samstundis sum tingfundurin fyri at fanga uppmerksemið hjá løgtingslimunum.
Veðurlagsverkfall verður aftur sama stað næsta fríggjadag, og ætlanin er ikki at gevast, fyrr enn ein ítøkilig reaktión frá politikarunum kemur.
- Fleiri politikarar halda, at tað er gott, at vit gera hetta - men teir vísa tað ikki í verki. Vit fara at standa uttan fyri Løgtingið hvønn fríggjadag, inntil Løgtingið er skift út, ella inntil politikararnir taka betri avgerðir, sigur Hervør Pálsdóttir.
Alt byrjaði við Gretu Thunberg
Íblásturin til veðurlagsverkføllini kemur frá 16 ára gomlu Gretu Thunberg úr Svøríki. Í tríggjar vikur skulkaði hon úr skúlanum fyri at mótmæla manglandi politiska viljanum hjá politikarunum til at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Hetta var undan valinum til svenska ríkisdagin, og hon fann seg til rættis uttan fyri svenska parlamentið. Hon sá onga orsøk í at investera í sína framtíð, um politikararnir ikki settu veðurlagsbroytingarnar á dagskránna fyri at tryggja framtíðina hjá jørðini.
Greta Thunberg er blivin ein altjóða fyrimynd, og síðan tá hava børn og ung kring heimin fylgt hennara fótasporum og raðfest veðurlagið fram um skúlan fríggjadagar - og nú luttaka fólk í øllum aldri.
Niðan fyri eru myndir frá veðurlagsverkfallinum í dag.