Í morgin skipar Innlendismálaráðið fyri almennari ráðstevnu á Hotel Føroyum um tiltøk at minka um føroyska CO2-útlátið
?Skjótt syftir seiðir - og tunga takið? er heitið á frágreiðing, sum veðurlagsbólkurin undir landsstýrinum hevur latið úr hondum. Frágreiðingin lýsir uppskot til virkisætlan og tiltøk at minka um føroyska CO2-útlátið. Á ráðstevnuni fara politikarar, embætisfólk og fólk úr vinnulívinum at røða um evnið og seinnapartin verður tikið samanum.
Ráðstevnan er almenn og neyðugt er við tilmelding á telefon 358094. Skráin er sæst á www.imr.fo.
KLIKK HER</a