SJÓNARMIÐ
Helena Dam á Neystabø
Landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Hvønn leiklut kunnu Føroyar fáa, nú veðurlagsbroytingar standa ovast á dagsskránni víða hvar í altjóða orðaskiftinum?
Er tað eitt ”wake-up call” til politiska myndugleikan, til vinnulívið og til hvønn einstakan føroying, at ein veðurlagsráðstevna við so mætum røðara sum Al Gore fer av bakkastokki um smáar fjúrtan dagar í Havn?
Eg vóni tað! Og eg fegnist um, at tað júst er vinnan sjálv, sum hevur tikið stig til hesa ráðstevnu. Tí - hóast hagtølini um tað føroyska CO2 útlátið ikki eru dagførd, so kenna vit á leið hvussu stórt CO2 útlátið er. Vit vita eisini, at uml. 60 % av okkara CO2 útláti stavar frá fiskivinnu, elframleiðslu og frá vinnuni annars, og at uml. 14 % stava frá húsarhaldunum. Skulu vit skerja okkara CO2 útlát, soleiðis sum Veðurlagssáttmálanum mælir til, sambært Kyoto protokollini og sum avleiðing av veðurlagsráðstevnuni í 2009 í Keypmannahavn – ja so verður neyðugt at skerja innan øll samfelagsøki, og ikki minst, har tað ger stórstan mun.
Tað er bráðneyðugt, at politiski myndugleikin tekur seg saman og ásannar, at hann hevur eina stóra ábyrgd, ikki bert at orða men eisini at fremja ein framsóknan umhvørvispolitikk.
Ein íløga í umhvørvið lønar seg
Tað er ein stór avbjóðing at skerja okkara útlát av veðurlagsgassum so nógv, sum væntað verður av okkum. Og tað kemur at kosta. Størsta takið er óivað at síggja avbjóðingina sum ein møguleika at menna nýggjar vinnur, og eitt gylt høvi at gera júst tær broytingar og tær íløgur, sum eru neyðugar til tess at tryggja bæði kappingarførleika og altjóðagerð frameftir.
Tað er longu byrjað, og rákið stendst ikki til at venda. Brúkarin bæði úti og heima fer at krevja dokumentatión og trygd fyri, at tann matvøra, sum hon ella hann skal borðreiða við, er fiskaður og framleiddur á ein umhvørvisvinarligan og burðardyggan hátt. Tað er ikki longur nóg gott at siga, at havið kring Føroyar telist millum heimsins reinastu høv. Skulu vit vera kapppingarfør, verða vit noydd til at prógva, at vit fara væl við umhvørvinum í allar mátar.
Eg ivist tí onga løtu í, at ein íløga í umhvørvið kemur fleirfalt aftur. Men vit koma ikki at síggja vinningin beinan vegin.
Og tó! Eydnast tað at gera Føroyar til ein miðdepil fyri veðurlagsgransking – serliga við atliti til havumhvørvi, so ivist eg ikki í, at skjótt fara síggja úrslit.
Mitt í sjónum
Vit vita at CO2 innihaldið í atmosferuni er vaksið heilt nógv seinastu tveyhundrað árini. Flestu granskarar eru á einum máli um, at hesin vøkstur er mannaelvdur, og at størsta einstaka dálkingarkeldan er tann nógva brenningin av olju, koli og gassi, sum elva til vakstrarhúsárin.
Vit vita eisini, at havið hevur stóran týdning, millum annað tí at havið upptekur ein stóran part av tí koltvísúrni, sum vit menniskju lata út í lofthavið.
Føroyskir granskarar hava hegnisliga víst á, hvussu stóran týdning havið og havstreymar hava í øllum vistskipanum, og hvussu havið verður ávirkað av veðurlagsdálkingini, og fyri kortum fekk Bogi Hansen norðurlendska virðisløn fyri sína slóðbrótandi gransking um havið.
Einki er at ivast í, at Føroyar, sum liggja mitt í sjónum, kunnu gerast ein miðdepil í strembanini eftir at fáa svarað fleiri av ósvaraðu spurningunum um havið og um veðurlagsbroytingar, eins og vit kunnu taka lut í royndunum at menna tøkni og vitan, ið kann venda gongdini. Skal tað eydnast, er neyðugt at allir partar samstarva og seta sær felags mál.
Sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum vil eg taka við kelvinum, sum Bitland og Vinnuhúsið setur í umfar á Veðurlagsráðstevnuni tann 7. og 8. apríl í Havn, og bera tað víðari, soleiðis at Føroyar gera sítt til at tálma veðurlagsbroytingunum, ið kunnu fáa oyðileggjandi avleiðingar, um vit geva upp.
Uppgávan hjá mær er, sum skjótast, at fáa til vega neyðuga vitan, dagførd hagtøl og eina beinrakna støðumynd, og síðani at orða eina heilt ítøkiliga virkisætlan. Eina virkisætlan, sum ikki bert Løgmála- og umhvørvisráðið fær ábyrgdina av at fremja í verki, men sum vit øll mugu fremja í felag.