Veðurlagspolitikkur: Vónleyst at røkka málinum frá 2009

Útlátið av vakstrarhúsgassum er bara vaksandi í Føroyum

Í 2009 samtykti Løgtingið einmælt Veðurlagspolitikk Føroya við yvirskipaða málinum at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi 20 prosentum í 2020 í mun til útlátið í 2005.

 

Nú er minni enn eitt ár til 2020, og útlátið av vakstrarhúsgassum er vaksið í so stórum nøgdum, at tað er púra vónleyst at røkka hesum málinum. Í 2017 øktist samlaða útlátið við nærum 20 prosentum í mun til árið fyri, og tað er einki, sum bendir á, at hesin tendensurin fer at broytast fyribils.

 

Tøl fyri 2018 eru ikki liðug greinað enn, men fyribilstøl vísa, at útlátið í fjør liggur væl oman fyri talið í 2017. Sambært Umhvørvisstovuni, er talan um ein vøkstur á upp ímóti 10 prosentum.

 

Størsta avbjóðingin hjá føroyingum at skerja um útlátið av vakstrarhúsgassum er at minka um oljunýtsluna. Yvir 90 prosent av samlaða útlátinum í 2017 stavaði beinleiðis frá orkunýtsluni í samfelagnum. Umhvørvisstovan lýsir støðuna í Føroyum rættiliga einfalt: fer sølan av olju upp, veksur útlátið av vakstrarhúsgassum – og øvut: minkar sølan av olju, so minkar útlátið.

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum hava vit stórt tema um veðurlagsbroytingar, og har ber til at lesa meira um avbjóðingarnar hjá Føroyum fyri at basa veðurlagsbroytingunum.