Fleiri enn 11.000 granskarar úr 153 lodnum ávara nú um verðurlagskreppuna.
Granskararnir almannakunngjørdu í gjar eina felags fráboðan í vísindaliga tíðarritinum Bioscience Magazine. Tað skrivar tíðindastovan dpa.
Kreppan kann føra við sær »higartil ósæddar líðingar« fyri mannaættina, um týðandi stig ikki verða tikin.
– Granskarar hava eina moralska skyldu til týðuliga og greitt at ávara um einahvørja hóttan ímóti tilverugrundarlagnum hjá mannaættini, skriva granskararnir í fráboðanini.
Granskararnir William Ripple og Christopher Wolf úr Oregon State University hava staðið á odda fyri fráboðanini.
– Hóast alheimsveðurlagsbroytingar í 40 ár hava vit við fáum undantøkum, hildið fram sum vit plaga, og vit hava í heila tikið ikki megna at tilskriva kreppuna, skriva teir.
– Veðurlagskreppan er her, og ferðin skjótari, enn felstu granskarar høvdu roknað við. Teir fleiri túsund granskararnir hava fleiri uppskot um tiltøk, sum kunnu minka um ringastu avleiðingarnar av vðurlagskreppuni.
/ritzau/