Veðurlagsgranskari ?ásannar roknivillu

Sambært einari grein í tí viðurkenda tíðarritinum Nature Geoscience skuldu heimshøvini fløða upp í 82 sentimetrar innan næsta aldarskiftið orsakað av hitavøkstrinum á jørðini. Men nú hevur høvundurin tikið greinina aftur

Greinina, sum stóð í tíðarritinum í fjør, hevði vísindamaðurin Mark Sidall á lærda háskúlanum í Bristol skrivað. Men nú hevur hann tikið greinina aftur, og sambært blaðnum The Guardian er hetta fyrstu ferð, at ein grein í Narure Geoscience hevur fingið ta lagnuna.
-Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv høvini fara at fløða, sigur Mark Sidall, nú hann hevur tikið greinina aftur.

Roknivilla
Við støði í útrokningum frá gongdini tey seinastu 22.000 árini metti Mark Sidall, at heimahøvini fóru at fløða millum sjey og 82 sentimetrar, áðrenn hendan øldin er liðug.
Nú sigur enski granskarin, at hann veit ikki, um hann hevur undirmett ella yvirmett broytingina í heimshøvunum.
-Tílíkt hendir viðhvørt. Fólk mistaka seg, og tað hendir eisini innan fyri vísindina, sigur hann við The Guardian. Hann sigur, at hann hevur funnið eina roknivillu í sínum metingum, soleiðis at hann hevði ikki hugt nóg gjølla at hitabroytingunum tey seinastu 2.000 árini.
-Tí kunnu vit ikki siga við fullari vissu, hvussu nógv heimshøvini fara at fløða. Vit mugu gera fleiri kanningar fyrst, sigur Mark Sidall. Tað vóru tveir granskarar úr Finnlandi og Týsklandi, sum varnaðust villuna hjá Sidall, og tað takkar hann teimum fyri.

Mártin rættur
Sjálvur heldur Mark Sidall ikki, at tað er vert at gera so nógv burturúr, at hann hevur valt at taka greinina í Nature Geoscience aftur. Men hvussu er og ikki, so er hetta fyrstu ferð, at ein vísindagrein tíðarritinum er tikin aftur.
Hansara gransking er grundað á kanningar av ískjarnum, sum kunnu vísa, hvussu hitalagið í heiminum er broytt upp ígjøgnum tíðina, og úrslitið hevur hann brúkt til at gera sær eina mynd av, hvussu hitabroytingar hava ávirkað heimshøvini síðani ta seinastu ístíðina.
Mark Sidal er ikki í iva um, at hansara granskingarháttur er rættur og álítandi, og at hansara kanningar kunnu siga, hvussu nógv heimshøvini fara at fløða ta næstu øldina orsakað av, at tað verður heitari á jørðini.
Men treytin fyri teirri røttu metingini er sjálvandi, at roknistykkið er rætt.