Veðurlagsfundurin í Keypmannahavn

Oddagrein:

Nú mánadagin verður loksins sett hol á nógv umrødda veðurlagsfundin í Keypmannahavn við luttøku av granskarum, vísindafólki, embætisfólki og politikarum úr øllum heimsins londum.

Helst man hetta vera størsta altjóða tiltak, sum nakrantíð hevur verið hildið ikki bert í Keypmannahavn men í øllum Norðurlondum. Tað er greitt, at so stórt tiltak fer av álvara at vera við til at seta fokus á Norðurlond og her ikki minst Danmark. Tað í sær sjálvum er áhugavert, eisini fyri okkum, sum eru partur av einum ríkisfelagsskapi, sum í heimshøpi fyllur rættiliga nógv, tá tosað verður um veðurlagsbroytingar. Her hugsa vit sjálvandi fyrst og fremst um heimsins størstu oyggj, Grønland.

Kjarnin í hesi ráðstevnu ella fundi er, hvussu heimsins lond megna at steðga ella minka um ta dálking og ringu avleiðingar, sum CO2 útlátið hevur.

Fundurin í Keypmannahavn er eitt framhald av tveimum øðrum veðurlagsfundum, tí í Rio de Janeiro og Kyoto. Ávaringarnar frá granskarum og veðurlagsserfrøðingum eru sera víttfevnandi, og taka heimsins lond ikki stig til at minka munandi um útlátið av CO2 komandi mongu árini, so fer tað at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri mannaættina verður sagt. Tí liggur í luftini, at luttakararnir á fundinum í Danmark skulu taka avgerðir, sum veruliga fara at merkjast.

Hóast flestu granskarar vilja vera við, at tað fara at henda ógvusligar broytingar í veðurlagnum í framtíðini, um vit ikki royna at minka um ta dálking og yvirupphiting, sum kemur av mannahond, so eru eisini granskarar, sum halda, at alt ov nógv er gjørt av. Hesir vísa m.a. til, at broytingarnar, sum henda í veðurlagnum, í stóran mun koma av náttúrligum orsøkum, eitt nú virksseminum á Sólini. At hesar eru afturvendandi.

Nú beint undan fundinum er komið fram, at granskarar við vilja hava gjørt tølini fyri upphiting meira døpur enn veruleikin er. Hetta greiðir okkara veðurlagsmaður Bogi Eliasen, cand.scient.pol frá aðrastaðni í blaðnum.

Miðlarnir í Miðlahúsinum fara sjálvandi eisini at fylgja fundinum í Keypmannahavn og leggja vit fyri í dag við bakgrundsgrein og analysu, sum Bogi Eliasen hevur skrivað. Eisini fara vit at hava fólk á staðnum.