Minni gjørt burturúr á Strondum
Vegna vánaliga veðurforsøgn verður uppsetan av blikkum, kyndlagonga og bál avlýst gamlaárskvøld, boðar Sjóvar kommuna frá.
Ætlanin var annars at víðka um nýggjárshaldið hjá Sjóvar kommunu í ár við áður nevndu tiltøkum, men hetta verður tó av ongum, tí veðrið sær ikki út til at loyva hesum.
Tó verður fýrverk skotið sum vanligt við bygdahúsið um midnáttarleitið.
Aftaná eru øll boðin inn til suppu, kaffi, karamellur og hugna í bygdahúsinum.
Løtan inni í bygdahúsinum verður í ár eitt sindur fjølbroyttari enn vanligt, tí umframt mat og felagssang verður eisini ein nýggjársrøða á skránni. Røðuna heldur Helgi Abrahamsen.
Eisini verður eitt annað forvitnisligt og áhugavert innslag á breddanum, og tað er nýggjársheilsanir frá útisetum kring knøttin.
Útsett á Toftum
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður kunnað um, at nýggjárshaldið, sum Tofta Ítróttarfelag skipar fyri á hvørjum ári á Toftum, verður ikki nýggjársaftan í ár, sum vanligt, men verður eftir ætlan eitt av kvøldunum fyrst í komandi ári.
Ætlanin var at hava nýggjársbál og at skjóta fýrverk inni við Rætt á Toftum nýggjársaftan, men vegna vánaligar veðurforsøgnir er nýggjárshaldið útsett.
Lýst verður seinni, nær nýggjárshaldið verður og við skránni, verður skrivað á heimasíðuni.
Framskundað í Runavík
Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður sagt, at nýggjársbálið á havnalagnum í Saltangará varð framskundað til í gjárkvøldið.
Kyndlagongan verður, sum áður lýst, í dag. Byrjað verður klokkan 21 við kyndlagongu frá Æðugøtu, Ærgisbrekku og frá Glyvra skúla, haðani gingið verður til ráðhúsið, har Jonhard Hansen heldur røðu.
Nýggjárshald verða eisini fyriskipað í nógvum øðrum plássum kring landið.