Veðrið órógvar tíðarætlanina

Fótbóltur: Men allir vøllirnir verða klárir til seinnu hálvu av landskappingini

Meðan stríð er um hvør átti rættin at lata graslíkið, sum skal leggjast á í Havn, gongur arbeiðið við fullari ferð bæði á Argjum og í Gundadali.

Havnamenn miðjað fram ímóti, at teir verða lidnir til ólavsøku, so teir kunnu hava stevnudystir á nýggja graslíkinum.

Í Klaksvík var upprunaliga tíðarætlanin hon, at arbeiðið skuldi gerast liðugt til 20. juni, men tann tíðarætlanin heldur ikki.

? Arbeiðið hevur verið órógvað av regni og serliga vindi, og tí verða vit ikki lidnir til 20. juni, sigur Dávur Winther, byggifulltrúi hjá Klaksvíkar kommunu.

Týskararnir eru mest sum lidnir at leggja graslíki á, men nakað av arbeiðið er eftiir enn. Strikur skulu gerast í vøllin, og tað fer eisini at taka eina fýra dagar at fáa sandin í graslíkið.

? Tað skal helst verða turt tá sandur verður lagdur í vøllin, og tí kunnu vit framvegis verða seinkaðir av veðrinum, sigur Dávur Winther.

Klaksvíkingar roknað við, at vøllurin kann verða liðugur í næstu viku, um tað gongst væl.