Veðrið í morgin, hósdagin og fríggjadagin:

Fleyr til gul av útsynningi ella av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig  um náttina niður í eini 4 stig.

Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og sunnunáttina kanska okkurt ælið, annars turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 9 stig.

Í gjár:
Eitt hátrýst, 1026 hPa. við Føroyar fer spakuliga í landsynning og mennist.

Í dag:
Hátrýstið norðan fyri Skotland fer spakuliga eystureftir og gevur góðveður á okkara leiðum komandi dagarnar.