VB syrgdi fyri sær sjálvum

Tað sást ikki á B68 avrikinum, at teir høvdu silvurkrónurnar at spæla um, meðan mótstøðumenninir vóru í vanda fyri at flyta niður

Setningarnir vóru heit ymiskir. Á Vágseiði spældi heimaliðið leygardagin fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyrting. Gestirnir av Toftum vóru fríggjakvøldið komnir suður at fyrireika seg til stríð fyri at fáa silvurkrónurnar.
Tað eydnaðist hjá VB, og tað miseydnaðist hjá B68. Umstøðurnar vóru ikki til flótandi fótbóltsspæl. Tað snúði seg um at stríðast. Tað reið leingi um snarið, og tað koppaði heimaliðnum til fyrimunar. Gestirnir høvdu stórar trupulleikar at standa á beinunum á hála undirlagnum, og tað kom heilt ofta fyri, at teir meiri lógu enn stóðu.
Einasta málið skoraði altíð vandamikli Birgir Jørgensen, tá ið tað restaðu fimm minuttir eftir. Innleggið kom úr vinstru, og mitt fyri málinum smekkaði málrevurin høvdið undir bóltin, sum við nógvari ferð fór í nettakið aftanfyri Albert Sævarsson, sum ongan sum helst møguleika hevði at bjarga.
B68 hevði onkra roynd úti frá, sum Bjarni Johansen ongar trupulleikar hevði at verja fyri. Toftamenn hava seinastu ferðirnar havt trupulleikar í álopspartinum, og soleiðis var tað aftur hesa ferð. Hvørki Øssur Hansen ella Jann Ingi Petersen vóru á miðvøllinum, og tað tóktist liðið ikki megna at bera.
Tapið hevði við sær, at B68 spælararnir fingu bronsukrónurnar. Tær fara at verða handaðar á ársveitsluni hjá felagnum, sum verður nú leygarkvøldið.

Burtur úr vanda
Vágbingar tóktust vita, hvat tað snúði seg um. Áskoðararnir stuðlaðu teimum væl, og VB spælararnir vóru meiri ágangandi, enn teir hava verið í so nógvum øðrum dystum fyrr í ár.
Undan steðginum vildu teir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tí B68 verjan hevði ov gott tak á einum av álopsspælarunum, men Oddmar Andreasen bríkslaði ikki.
VB hevði onkrar skotroyndir úti frá, sum Albert Sævarsson ongar trupulleikar hevði at taka sær av. Sum heild vóru málmøguleikarnir ikki nógvir. Birgir Jørgensen fekk fulla nyttu burturúr tí eina, sum so mangur annar ikki hevði megnað at umsett til mál. At Birgir megnaði hetta var sera týdningarmikið fyri VB. Vágbingar vóru lættir, tá ið teir fóru úr kuldanum á Vágseiði og heim til heita drekkamunnin. Eftir at teir hava livað í óvissu um lagnuna hjá teirra liði í fleiri vikur, kunnu teir nú hvíla seg og vita, at teirra lið aftur komandi ár fer at fáa møguleika at vísa, at tað er ein sjálvfylgja, at VB og Vágur eru partur av fótbóltsstríðnum, har tað rættuliga gongur fyri seg.
Toftamenn fóru norður um aftur við blandaðari kenslu. Eftir eitt sindur trilvandi kappingarbyrjan og fjórða pláss í summarsteðginum vunnu teir við sjey sigrum á rað seg heilt upp á toppin. Men teir taptu gulldystin í Gundadali, tá ið mest um galt, og nú taptu teir aftur, tá ið tað ráddi um at verja silvurplássið.

Dysturin í tølum
VB?B68 1?0 (0?0)
1?0: Birgir Jørgensen 85.
Dómari: Oddmar Andreasen

VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo ? Mortan úr Hørg, Milan Kuljic,Slobodan Madzar, Anders Sørensen, Palli Augustinussen ? Birgir Jørgensen, Brian Andersen
Gult kort: Slobodan Madzar 35.
B68: Albert Sævarsson ? Jóhan Petur Poulsen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen (Mannbjørn Nesá, 78.), Jákup Eli Olsen ? Bogi Petersen (Oleif Joensen, 85.), Fróði Benjaminsen, Dánial Hansen, Eyðstein Skipanes (Øssur Jacobsen, 75.) ? Súni Fríði Johannesen, John Heri Dam
Gult kort: Oleif Joensen 85.