VB skal vinna seg aftur

Stigamunurin er vorðin nakað stórur hjá VB, sum nú fer í holt við at vinna hini liðini aftur í dystartali

Fýra dystir verða spældir í bestu kvinnudeildini um vikuskiftini, og í tveimum av hesum er tað VB, sum skal í eldin.
Støðan á stigatalvuni er kanska nakað misvísandi fyri VB, tí hóast tær bara hava tapt ein dyst, so er dystartalið nógv lægri enn hjá hinum liðunum, og tí røkkur hetta bara til eina støðu miðskeiðis í røðini.
Men hetta vilja VB-kvinnurnar uttan iva broyta um vikuskiftið, har tær hava tveir dystir, sum á pappírinum líkjast avgreiðsluspurningum. Móti Tjaldri kann talan tó gerast um eina »tricky« uppgávu, nú runavíkingar hava styrkt um liðið, og í so máta er talan her eisini um góða styrkisroynd. Sunnudagin er tað so Søljan, sum kemur á vitjan, og sum dystirnir hava verið higartil í ár, so skuldi talan her verði um tryggan heimasigur.
Tjaldur skal eisini royna seg tvær ferðir, tí sunnudagin vitja tær á Skála. Enn hevur Tjaldur ikki fingið stig á kontina, men her er í øllum førum ein av dystunum, har møguleikin fyri slíkum skuldi verið til staðar. Og uttan iva fara tær gulu eisini at medda eftir øllum stigunum.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Havn, har Stjørnan kemur á vitjan hjá Kyndli. Enn hevur einki av hinum liðunum staðið klaksvíkskvinnunum kurl, og hóast Kyndil hevur ment seg nógv í ár, so man tað tó vera sera ivasamt, hvørt tær megna at taka við sær úr hesi uppgerðini.