Váttað: Tottenham og Swansea býta leikarar

Tottenham kunngerð í kvøld at felagið hevur fingið tveir nýggjar leikarar

Les eisini: Tottenham og Swansea býta leikarar

 

Les eisini: Nýggjur málveri til Tottenham

 

Søgurnar hava ljóða í eina tíð, og í kvøld váttar Tottenham tíðindini á sínari heimasíðu.

 

Tottenham kunngerð at felagið hevur keypt tveir nýggjar leikarar frá Swansea. Teir báðir eru málverjin, Michel Vorm og vinstri bakkurin Ben Davies.

 

Somuleiðis boðar Tottenham frá, at framrættaði íslendski miðvallarin, Gylfi Sigurdsson skiftir mótsattan veg. Tottenham keypti Gylfa Sigurdsson á sumri í 2012, eftir at miðvallarin hevði verið millum bestu leikararnar hjá Swansea, tá felagið leigaði hann frá týska felagnum Hoffenheim um ársskifti í 2012.

 

Sáttmálin hjá Ben Davies er galdandi í 5 ár, meðan Michel Vorm og Gylfi Sigurdsson hava undirskrivað 4 ára sáttmálar við síni nýggju feløg.