Oyggjaleikir
At talan er um vatn, sum øll londini hava við til leikirnar, er kanska ikki so løgið. Við undantakið av Gibraltar, so hava londini ella oyggjarnar allar tað til felags, at vera umgyrdar av vatni.
Fyri líka sum at minna á felagsandan millum luttakararnar, høvdu allar tjóðirnar tískil eitt ílat við vatni við sær. Øll hesi íløtini vórðu undir setanini tømd í eitt stórt kar. Her verður vatnið so liggjandi órørt, og seinasta hendingin á leikunum verður fríggjadagin komandi, tá vatn úr karinum verður latið í eitt ílat, sum síðani verður ført til Guernsey, har oyggjaleikirnir skulu verða í 2003.
Fyri føroyska liðið var tað Triatleturin, Helga Mikkelsen, sum oysti vatnið í karið, sum komandi dagarnar verður eitt gosbað, prýtt við motivið gjørt av einari lokalir listakvinnu. Motivið á gosbaðnum sæst á myndini, og er tað ein samanflættan av fløggunum hjá luttakandi oyggjunum á Oyggjaleikunum.