Tað hevur regnað óvanliga illa í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon í dag, og tað nógva regnið hevur gjørt, at stórir partar av býnum standa undir vatni. Sløkkiliðið í býnum sigur, at vatnið hevur elvt til ruðuleika í ferðsluni, og at tað var neyðugt at lata ta týdningarmiklu Rossio-undirgrundarstøðina aftur.
Myndugleikarnir siga, at regnið hevur eisini gjørt skaða aðrastaðni enn í sjálvum høvuðsstaðnum. Eitt nú hevur vatnið oyðilagt eina rúgvu av skjølum í einum dómhúsi í Vila Franca de Xira nærhendis Lissabon.
Har suðuri í Portugal stríðast tey við nógvan vind. Í býnum Setubal eru fleiri trø rykt upp við rót, skrivar Reuters.