Hóast nógvar stevnur eru kring landið, og nógvar teirra líkjast, hava fyrireikararnir av Varmakeldu gjørt sítt til, at teirra stevna hevur nakað at bjóða øllum.
Tiltøkini eru av øllum møguligum slagi, og tá er líkamikið um ein er áhugaður í ítrótti, kappróðri, mentan, kristiligum tiltøkum, dansi ella ein bara hevur hug at hava tað stuttligt eitt vikuskiftið í Fuglafirði.
Nógv verður somuleiðis gjørt fyri børnini. Eitt er tað at tey luttaka við ymisk ítróttartiltøk. Hinvegin er eisini nógv gjørt fyri at stuttleika børnunum og teimum barnsligu sálunum.
Tjøld við ymiskum kappingum eru sjálvsagdur partur av einihvørjari stevnuskrá, og soleiðis er eisini um vikuskiftið.
Eitt serligt barnatiltak verður haraftrat í annaðkvøld kl. 18, har gyklarin Asbjørn Berthelsen av Strondum fer at vísa síni kynstur í Mentanarhúsinum.
Eingin kelduvitjan
Eitt fast tiltak á stevnuskránni eru fundirnir.
Byrjað verður við setanini seinnapart leygardag og um kvøldið er aftur midnáttarsamkoma við Mentanarhúsið.
Undanfarin ár hevur eitt tiltak verið at fara út á sjálva Varmakeldu, eftir hvørjum stevnan hevur fingið sítt navn. Men í ár verður hetta ikki gjørt.
Tað vísir seg, at undirtøkan til hetta tiltakið hevur ikki verið tað stóra tey seinnu árini, helst tí at tað liggur so fjart frá býnum.
Ein onnur, og helst ikki minni avgerandi orsøk er, at tað hevur viðrað so stak illa tey seinastu fýra árini á stevnuni. Tí er avgjørt at flyta tiltakið til eitt stað, sum er tættari við fólkið og har meiri lívd er at finna.
Leygarkvøldið fer nevniliga løgtingsmaðurin Høgni Hoydal at halda midnáttarrøðu við Mentanarhúsið. Her verður somuleiðis felagssangur og verður endað við fýrverki.
Sunnudagin kl., 14:30 verður fólkafundur á sama øki. Her fer Dánjal Vang at halda røðu, umframt tað at felagssangur og hornblástur verða á skránni.
Framsýning og uppboð
Í Fuglafirði hevur mentanin altíð átt sín sjálvsagda lut. Og hetta fer eisini at seta dám á stevnuna um vikuskiftið.
Ikki færri enn tvær listaframsýningar eru á skránni: Ein við listafólkum úr øllum landinum í hølunum hjá Arbeiðsmannafelagnum og ein hjá Øssuri Mohr í Ribarhúsi.
Aftur í ár verður høvið hjá fólki at ogna sær ein málning á uppboðssølu eftir ein av málarum okkara - harav onkur fuglfirðingur eisini er millum teirra.
Á stevnuni verður skipað soleiðis fyri, at sunnukvøldið kl. 20 verður Varmakeldu-konsert við Hans Hjalta Skaale og Helga Midjord í Mentanarhúsinum, og tá hon er liðug tveir tímar seinni, er klárt at fara undir uppboðssøluna.
Her verða nógv kend listafólk við, m.a. Eyðun av Reyni, Achibald Black, Kári Sverrisson og fuglfirðingurin Øssur Mohr.
Ein líka so kendur maður fer at standa fyri hesi uppboðssøluni, eingin annar enn Torbjørn Jacobsen.
- Hetta er ein løta, ið heilt vist er verd at vitja, verður sagt úr Fuglafirði.