Varðhaldsfongslingin longd við fýra vikum

Skuldsettur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd.

Varðhaldsfongslingin hjá einum ungum manni, ið á fyrsta sinni varð varðhaldsfongslaður 20. oktober, varð í síðstu viku longd við fýra vikum. Sostatt er viðkomandi varðhaldsfongslaður fram til 7. mars.


Talan er um unga mannin, sum er undir illgruna fyri eina neyðtøkuroynd uttanfyri Sjónleikarhúsið í Havn í september. Løgreglan eftirlýsir beinanvegin mannin, og tað gekk ikki nógvir dagar áðrenn løgreglan, við hjálp frá vakmyndatólum, fann mannin.


Málið hevur tó drigið út, tí skuldsetti hevur verið undir illgruna fyri ymiskar aðrar óloystar hendingar í býnum, ið løgreglan ynskti at kanna nærri.


Løgreglan hevur m.a. kannað, um skuldsetti var sami persónur, ið hevði roynt at gjørt seg inn á tvær kvinnur í náttarlívinum, men sambært Hildur Hentze, leiðara á kriminaldeildini, so eru ikki nóg góð prógv fyri at fara víðari við tí.


Løgreglan hevur tó valt at skuldseta viðkomandi fyri at hava neyðtikið eina eldri kvinnu, umframt neyðtøkuroyndina uttanfyri Sjónleikarhúsið. Sostatt er viðkomandi skuldsettur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd.


Í løtuni verður skuldsetti mentalkannaður, og tá úrslitini av tí kanningini eru liðug, ert klárt at fara víðari við málinum.