Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum í mong ár

Hava tikið næstan 1000 spøkilsisgørn úr sjónum

Seinnu árini er tað vorðið meira og meira vanligt at taka gamalt órudd upp úr sjónum, og nógv hevur verið gjørt við at taka gomul gørn og annan fiskireiðskap upp

 

Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum í mong ár

Vandin við mistum gørnum er, at tey kunnu standa og fiska í langar tíðir eftir, at tey eru mist.

 

Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum.

 

Í Noregi hevur fiskivinnuumsitingin syrgt fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum.

 

Her hevur verið skipað fyri átøkum í ávísum økjum, har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er.

 

Kystmagasinet vísir á, at eitt slíkt átak herfyri var á Mørebankanum, har heili 300 mist gørn vórðu tikin upp.

 

Norska fiskivinnuumsitingin sigur, at í ár verða fiskileiðirnar millum Runde og Kirkenes ruddaðar fyri mistan reiðskap.

 

Sagt verður, at fyrsti partur av uppruddingararbeiðnum í hesum árinum er liðugur.

 

- Higartil eru næstan 1000 gørn fingin upp, umframt munandi nøgdir av øðrum fiskireiðskapi, veit heimasíðan at siga.

 

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá www.kystmagasinet.no

 

 

Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum í mong ár