Nýtt staklag frá Tøgn – »Eingi orð«

Tíðindaskriv:

 

Tøgn eru aftur við einum nýggjum, orkufullum staklagi til síðsummarið. Bólkurin er mannaður av Bárði Petersen, Beini Troest, Filipi Zachariassen og Jónasi Gaard.

 

Sangurin kallast “Eingi orð“ og snýr seg um tey menniskjaligu sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær sjálvari. Hóast lívið kann gera, at man ikki fær stundir at síggjast so ofta, veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur.

 

Sangurin er framleiddur í Ekho Ekho og á Oyrasundskollegiinum (B613) í Keypmannahavn.

 

“Eingi orð” er tøkur á øllum stroymingartænastum.

 

Orð og lag: Tøgn – Bárður Petersen, Beinir Troest, Filip Zachariassen og Jónas Gaard

 

Framleiðsla: Tøgn

 

Ljóðbland og frumband: Óli Poulsen

 

Kór: Árni Andreassen, Beinta Marnarsdóttir Andreassen, Bogi Joensson Petersen, Durita Árnadóttir Andreassen, Elisabet Maria Pálsdóttir, Høgni Fríðuson Gaard, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Tórur Garðshon Rasmussen. 

 

##med2##