- Varafútin má vita okkurt um Føroyar

Magni Arge, fólkatingsmaður, spyr løgmálaráðharran Søren Pape Poulsen, um tað er nøktandi, at lýsingin eftir varafúta í Føroyum, ikki krevur av umsøkjarunum, at teir hava gott innlit í føroysk viðurskiftir.

 

Magni Arge sigur í, at tað verður millum annað kravt av fútanum og dómarum í føroysku rættarskipanini, at teir hava innlit í føroysk viðurskiftir, men ikki av varafútanum.

 

Fólkatingslimurin heldur tað verða merkisvert, at innlit í føroysk viðurskiftir og føroyskt mál ikki verður mett meira umráðandi, tá viðkomandi, ið fær starvið, fer inn í eitt leiðslutoymi, har tveir triðingar longu eru danir.

 

Krøvini í starvslýsingini eftir varafúta í Føroyum er soljóðandi:

Vicepolitimesteren skal være en fagligt velkvalificeret jurist (cand.jur.) med solid anklagererfaring og høj faglig integritet med fokus på kvalitet og legalitet.

 

Vicepolitimesteren skal herudover være robust, have gennemslagskraft, resultatfokus og eventuelt også erfaring med faglig ledelse, personaleledelse og driftsledelse.