Tá sendiharri Ísraels til Danmarkar, Grønlands og Føroya, Benjamin Dagan, í gjár vitjaði í býráðnum í Havn, var eingin politikkari at taka ímóti honum. Í staðin vóru tað Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Sigurð Vang, mentanarleiðari, sum tóku ímóti ísraelska sendiharranum.
Vanligt er, at borgarstjórin tekur ímóti útlendskum diplomat-gestum, men Annika Olsen er á kunningarferð um ferðavinnu í Dubai, so henni barst undan.
Maigun Solmunde, sum skipar fyri túrinum hjá Benjamin Dagan, sigur, at tey høvdu fingið at vita, at Annika Olsen var burturstødd hendan dagin, men at varaborgarstjórin, Gunvør Balle, fór at taka ímóti sendiharranum ístaðin.
Gunvør Balle sigur tó, at henni barst undan, tí hon sat á einum øðrum fundi, tá sendiharrin kom.
- Vit royndu allan sunnudagin og fyrrapartin mánadagin at fáa samband við sendiharran og flyta vitjanina, men tað eydnaðist ikki. Tí vóru tað trivnaðarstjórin og mentanarleiðarin, sum tóku ímóti honum og vístu honum runt í ráðhúsinum, sigur Gunvør Balle.
Vitjanin hjá ísraelska sendiharranum var í sambandi við ísraelsku filmsdagarnar, sum vórðu settir í Havnar Bio í gjárkvøldi, men talan er eisini um fyrstu vitjan Benjamins í Føroyum, so høvið var eisini at kunna seg um føroysk viðurskifti.
Á stuttum fundi kunnaðu trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin um ymisk viðurskifti í høvuðsstaðnum og Føroyum sum heild.
Sendiharrin var hugtikin av Føroyum og móttøkuni, sum hann hevði fingið. Hann greiddi eisini frá ymsum samstarvsmøguleikum, ið hann metti kundu vera millum føroyskar og ísraelskar stovnar og fyritøkur, eitt nú innan útbúgving, kt og mentan, harundir tónleik.
Ísraelsku filmsdagarnir í Havnar Bio eru frá 12. - 14. november 2018. Tað er ísraelska sendistovan í Keypmannahavn, sum hevur útvegað Filmsfelagnum tríggjar nýggjar virðisløntar filmar at vísa. Ísraelski sendiharrin fór av landinum aftur í dag.











