Jóhan Heri Joensen
Tað sigst, at orðadrátturin var so harður, at grannarnir kundu fylgja við hvørjum orði sum sagt varð. - Ikki eiti á lívligum býðráðspolittikarum.
Uttan at vita nágreinliga hvat tosað varð um, so bendir skrivingin í Oyggjatíðindi á, at tað í øllum førum er líkt tí máli, sum eg sjálvur hevði liggjandi inni hjá Fuglafjarðar kommunu.
Um hettar er so ella ikki, so haldi eg í øllum førum, at borgararnir í Fuglafirði eiga at vita, hvussu politikararnir røkja/misrøkja sítt starv sum fólkavald umboð.
Nógvar ymiskar søgur havi eg hoyrt í býnum um mítt mál, tí vil eg her alment lýsa gongdina, fyri at beina tær skeivu av vegnum.
Í juni mánaði 2005 søkti eg vegna Spf Í Støð um loyvi til at byggja oman á kappróðrarneystið. Ætlanin varð at brúka fyrstu hæddina til handilshølir og restina til íbúðir ella skrivstovur, høvdu tí brúk fyri vindeygum á endasíðunum.
Vit hildu, at viðgerin av málinum sá ljós út, býráðslimirnir vóru positivir og vóru sinnaðir at geva byggiloyvi til framlagda uppskotið, bygningurin í síni heild varð góðtikin, men teir ynsktu eina meira útgreinaða tekning av innrættingini, so rýmingarvegirnir vóru sambært galdandi lóg. Hettar vóru bert rímulig krøv, sum vit saktans vildu ganga á møti.
Á hesum býráðsfundi reisti Jann Toftegaard seg og metti seg vera ógegnigan, men áðrenn hann fór av fundinum vildi hann gera greitt, við peikifingrinum á lofti, at hann eisini hevði sent inn eina umsókn um bygging.
Sjálvur meti eg, at tað sømdi seg betur fyri Jann, um hann sat inni á fundinum, heldur enn upp á kvamsvís at melda seg ógegnigan og arbeiða sum óður tarvur aftan fyri kulissurnar fyri egnum áhugamálum.
Nakað seinni fingu vit boð um at koma á fund við Teknisku nevnd.
K. og Jan Toftegaard høvdu nú sent inn eina prinsipptekning (skitsu) - tað varð frá nú av at henda skitsa stýrdi málinum. Møguleikarnir í okkara projekti vóru fulkomuliga endavendir. Á fundinum varð eisini sagt, at um Jann ikki fekk hettar loyvið, og Heri bakkaði út, so skuldi hann sjálvur byggja omaná neystið.
Tað er einki skeivt í tí, at Jann keypir ognina Bedingin/Íshúsið sum spekulatiónskeyp, men at hann sum varaborgmeistari og limur í teknisku nevnd misnýtir sítt polittiska vald til egnan fyrimun, er átaluvert.
At Jann við einari prinsipptekning skal stýra okkum og siga okkum, hvussu vit skulu byggja, og at hann eisini skal fáa stuðul frá býráðslimunum, kundu vit ikki góðtaka. Tí sleptu vit okkara ætlan við bygninginum oman á kappróðrarneystinum.
K. og Jann Toftegaard kunnu nú byggja bæði á egið økið og oman á kappróðraneystið. Vit ætla ikki at leggja teimum forðingar í vegin.
Persónliga eri eg vísur í, at Jann við sínum óhøviska málburði sigur hettar verða HELVITIS LYGN. Men satt er frá fyrsta bókstavi og til síðsta punktum.
Eg kundi saktans lýst hettar mál meira gjølla og farið út í smálutir, men eg haldi ikki, at tað tænir nøkrum endamáli.
Flestu kommunur liggja á knøunum fyri fólki, sum eru áhugaði í at gera íløgur. Fuglafjarðar kommuna má sigast at hugsa annarleiðis. Her verður bein spent fyri teimum sum vilja nakað.