Íslendska veðurstovan hevur nú boðað frá, at vandi er fyri skalvalopi á Ísafirði og á øllum Vestfirðum sum heild. Samstundis hevur veðurstovan boðað frá stormi har í kvøld og í morgin.
Í gjár vórðu fólk flutt úr fimm húsum á Ísafirði og úr bygdini Geirstaðir nærhendis Bolungarvík, tí vandi er fyri skalvalopi. Harafturat vórðu allir vegir stongdir.
Íslendskir fjølmiðlar siga, at viðurskiftini líkjast teimum í 1995, tá eitt stórt skalvalop rakti bygdina Súðavík. 14 fólk doyðu.