Føroyar hava í fleiri ár havt hægsta pensjónsaldur í heiminum. Um landið hækkar pensjónsaldurin eru útlitini sera góð fyri, at vit varðveita hetta heimsmet.
Tey sum fara av arbeiðsmarknaðinum nú og komandi árini eru flest øll farin út á arbeiðsmarknaðin sum sera ung – eini 14-17 ára gomul. Ein stórur partur av teimum 67 ára gomlu hava sostatt verið á arbeiðsmarknaðinum í upp til 53 ár – hetta skuldi verið nóg mikið til, at tey kunna fara frá við góðari samvitsku, og fáa útgoldið eina almenna pensjón.
At landið ætlar at broyta pensjónsskipanina er frálíkt, tað eiga tó ikki at gerast broytingar, ið gera skipanina verri enn hon er í dag, men heldur at broyta nøkur viðurskifti og fáa betra korini hjá ávísum pensjónistum. Samtak vónar at vera tikin virkið við í hetta arbeiði, og hevur fleiri hugskot til broytingar.
Verður pensjónsaldurin hækkaður merkir hetta fyri ein stóran part av føroya fólki, at tað er ikki nóg mikið at vera góð 50 ár á arbeiðsmarknaðinum. Tey sum gerast pensjónistar nú og komandi árini eru farin á arbeiðsmarknaðin í 1950'unum og 1960'unum - t.v.s. tey eru farin á ein arbeiðsmarknað, ið er merktur av tungum fysiskum arbeiði.
Tað sama er galdandi fyri nærum øll tey sum fóru á arbeiðsmarknaðin í 1970'unum og 1980'unum. Tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at tú sært munandi størri fjølbroytni á arbeiðsmarknaðinum.
Tíðin er ikki búgvin at tosa um tvungið at hækkað pensjónsaldurin. Hinvegin hevði verið frálíkt við smidligum skipanum, soleiðis at tey sum vilja halda fram at arbeiða eftir at tey eru 67 ár, skulu hava loyvi til tess.
Fleiri staðni í Evropa og í USA, hevur seinastu árini verið tosað um at hækkað pensjónsaldurin. Felags fyri øll hesi lond er, at tey hava ein pensjónsaldur millum 60 og 65 ár. Fleiri staðni ber eisini til at pensjónerast áðrenn formliga pensjónsaldurin, og fáa útgoldið ein prosentpart av pensjónini. Slíkar møguleikar hevur ein stórur partur av arbeiðsmarknaðinum her heima ikki.
Samtak leggur dent á, at hava fólk hug og orku at halda áfram við arbeiði eftir at tey eru 67 ár, skulu tey hava loyvi til tess, men tey skulu ikki tvingast til tað.