- Tað er torført at gera upp nú, um handilsforðingarnar hjá ES fara at kosta okkum pengar. Sildakvotan er somikið stór, at tað als ikki er vist. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Longu nú verður ein stórur partur av sildini seld til Russlands og Afrika. Bogi Jacobsen sigur, at hóttanin um handilsforðingar frá ES hevur ligið í luftini leingi, tí hava tey í Varðanum Pelagic roynt aðrar marknaðir í eina tíð.
Men kortini fara handilsforðingarnar hjá ES at hava sína ávirkan. Varðin Pelagic brúkar frystigoymslur í Póllandi og í Hollandi.
Søluleiðarin á Varðanum Pelagic, Bogi Johannesen, væntar ikki, at hetta fer at bera til aftaná 1. august, um handsilsforðingarnar verða settar í verk.
- Tí mugu vit finna keyparan áðrenn vøran verður send úr Føroyum, sigur hann.
Hvat tað kemur at kosta í pengum er torført at gera upp. Tað eru bæði stjórin og søluleiðarin samdir um.
- Tað er einki at ivast í, at søluvirðið fer at minka, men í hvønn mun, er ilt at siga fyrrenn árið er runnið, sigur Bogi Jacobsen.
- Tað er ikki fjáltur á, tí fiskiskapurin er ikki komin í hæddina enn, sigur Bogi Johannesen, søluleiðari á Varðanum Pelagic.
Um fiskiskapurin verður góður fer Varðin Pelagic væntandi at taka ímóti umleið 20.000 tonsum av sild í ár.










