Hetta bindið av Varðanum hevur eitt fjølbroytt innihald við mongum ymiskum søgum.
Jákup Dahl, próstur, skrivaði á gamalsaldri brot úr ævisøgu síni. Hetta er um barnaárini í Vági, inntil hann 15 ára gamal fór til Havnar at ganga í skúla. Ætlanin hevur verið at skriva meira, men helst er ikki meira skrivað. Povl Skårup hevur grein við heitinum Summarnáttin blíða og Nackens polska. Hanna Absalonsen skrivar um bygdarnavnið á Økrum/á Øgrum og Hjalmar P. Petersen um orðið vare í Finninum Fríða.
Kristin Nielsen hevur grein við heitinum Ein trúbøtari á kongstrúnuni, sum er um egyptiska kongin Akhnaton. Hanus Kamban hevur skrivað eina stuttsøgu, sum hann nevnir Hin Sandra. Egon Hansen hevur aftur í ár ættargrein í Nólsoy, hesaferð um fólkini av Stórumýru.
Í heyst varð lisið upp í útvarpinum søgan um tey stóru seglskipini, sum vórðu nevnd Windjamarar. Jóannes Skaale hevur týtt søguna um hesi seglskipini, og fyrsta brot er við hesaferð.
Sune Joensen, sum hevur skrivað manga áhugaverda søgu og hugleiðing um lív og arbeiðslag á bygd fyri 60-70 árum síðani, hevur hesaferð søguna, sum hann nevnir At taka ímóti jólagestum.
Tríggjar stuttsøgur eru eftir Ernest Hemingway: Indiánaralegan, Læknin og kona læknans og Okkurt endar. Tað er Sámal Kristin Jacobsen, sum heur týtt stuttsøgurnar til føroyskt. Sámal Kristian hevur eisini skrivað nøkur orð um skaldið og um søgurnar.
Sámal Jákup Petersen skrivar um sín fyrsta túr til skips, og Tórður Johannesarson skrivar um Fuglakvæðið, eitt dømi um kjakmentan.
Yrkingar eru eftir Óðin Ódn og Absalon Absalonsen.
At enda í Varðanum hesaferð er brot úr Eysturoyar vártingsbók fyri 1699, sum Nicodemus Rasmussen hevur skrivað av úr teimum gomlu tingbókunum.
70. bind av Varðanum er 220 síður til støddar og kostar 195 krónur í bókabúðunum. Limagjaldið í Varðanum er 140 krónur um árið, og limir fáa Varðan ókeypis.