West Ham spældi í gjár málleysan javnleik móti Fulham í 23. umfari í Premir League. Mest umstrídda støðan kom í yvirtíðini, tá ein av lyklaspælarunum hjá West Ham, Tomas Soucek, fekk beinleiðis reytt kort.
Í samband við eitt fríspark skuldi sendast innfyri, so kom Tomas Soucek – eftir øllum at døma – av óvart at raka Alexandar Mitrovic hjá Fulham við einum alboga. Áleyparin hjá Fulham legði seg niður og helt fyri andlitið, men endurtøkurnar tykjast vísa at Tomas Soucek hvørki ger tað við vilja, ella við nógvari megi.
- Eg eri flóvur vegna tann, sum sat í VAR-vogninum, og eitt sindur flóvur vegna Mike Dean, sum má taka eina slíka støðu. Tað er greitt fyri øllum, at talan er um eitt hendiligt óhapp, sigur David Moyes við BBC.
Hann sigur víðari, at hann ynskir at dómarar skulu taka røttu avgerðirnar, men undrast á at nakar á VAR-støðini ikki sá, at talan var um eitt hendiligt óhapp.
- Tá alt kemur til alt, so snýr hetta seg um eina vánaliga avgerð av dómaranum og VAR. Hetta er órættvíst móti spælaranum hjá okkum, men eg eri vísur í, at tey finna nokk eina umbering fyri at rættvísgera útvísingina, sigur David Moyes.
VAR hevur verið fyri nógvum atfinningum í seinastuni.
##med2##











