Vanlukkan í Oyndarfirði: Givnir at leita

Leitingin verður tikin upp aftur í lýsingini í morginárini

Bjargingarfólk eru nú givin at leita eftir tí eina manninum, sum er saknaður eftir eina ferðsluvanlukku í Oyndarfirði í nátt ella í morgun.


Tað var beint fyri klokkan tíggju í morgun, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin útav í Rættargjógv í Oyndarfirði.

 

Farið var at leita og tað var skjótt, at bilurin varð funnin í gjónni og líkið av einum manni varð eisini funnið á sjónum.

 

Men Løgreglan stúrir fyri, at ein annar maður eisini var í bilinum.

 

Ein maður er saknaður, men løgreglan veit ikki við fullari vissu um hann var við bilinum.

 

Men arbeitt verður útfrá tí, at hann var við og tískil hava bjargingarfólk leitað í allan dag.

 

- Bjargingarfólkini eru givin at leita, nú tað er blivið myrkt, men so verður hon tikin upp aftur í morgin, sigur løgreglan.

 

Tað er óvist, nær bilurin fór útav og løgreglan veit heldur einki um orsøkina til vanlukkuna.

 

Maðurin, sum er deyður, er 22 ára gamal og tann, sum er saknaður, er 20 ára gamalur.

 

Teir eru báðir úr Oyndarfirði.

 

Annars hevur ljóðað, at stúrt verður fyri, at ein triði maður eisini var í bilinum, men løgreglan sigur, at  tað er bara tann eini, sum er saknaður.

 

Myndin er av leitingini seinnapartin í dag.

 

Les eisini: Vanlukka kravt mannalív í Oyndarfirði

 

Sí fleiri myndir frá leitingini við at trýsta HER