10 fólk doyðu, tá eitt tok og ein bussur stoyttu saman miðskeiðis í Slovakia Slovakiska løgreglan sigur, at tokið koyrdi við fullari ferð, tá tað rendi á bussin tætt við býin Polomka Bucnik.
Talsmaðurin hjá løgregluni sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at vanlukka hevur kravt 10 mannalív, og at 20 onnur hava fingið skaða.
36 fólk vóru í bussinum, og tey vóru øll úr býnum Banovce-nad-Bebravou, sum er har vesturi í Slovakia.