Tað seinasta samdøgrið er eitt lágtrýst yvir teimum norðaru statunum í USA vorðið so djúpt, at amerikanskir veðurmenn siga seg ongantíð hava sæð nakað tílíkt á amerikanska meginlandinum fyrr.
Miðdepilin í lágtrýstinum kom í gjárlkvøldið inn yvir statin Minnesota, og tá var trýstið 956 hPa. Tað er met fyri vanlig lágtrýst. Tað seinasta metið var frá 1978, tá trýstið í einari kavaroksódn við býin Cleveland kom niður í 958 hPa.
Lágtrýstið hevur havt nógvan vind við sær. Veðurmenninir siga, at tann mesti vindurin var í Greenfield í statinum Indiana, har veðurstøðirnar skrásettu vindferð upp í 34,4 metrar um sekundið.










