Seinastu tíðina hevur nógvur tunfiskur verið at fingið út fyri Skagen, og seinastu vikurnar er tunfiskur landaður og seldur bæði í Skagen, Hirtshals og Hanstholm.
- Tað er rættiliga nógvur tunfiskur út fyri Skagen. Tí er tað ikki longur nøkur sensation at fáa tunfisk um hesar leiðir, sigur uppboðssøluleiðarin hjá Skagens Fiskeauktion, Edvin Jensen.
Sjálvur hevur hann snakkað við bæði danskar og svenskar fiskimenn, og teir siga, at tað er ikki nøkur sjáldsom sjón longur at síggja stimar við tunfiski út fyri Skagen.
- Tunfiskur er sæddur lutfalsliga stutt úr landi, og tað er líka við, at hann svimur millum beinini á teimum sum svimja á strondini, sigur hann brosandi við www.fiskeavisen.dk
Tað er ikki loyvt bevíst at fiska tunfisk sambært danskari lóg, men tað er loyvt at taka fiskin og selja hann, um hann kemur í gørnini sum hjáveiða hjá vinnuligum fiskimonnum.