Meðan fólk nógvastaðni á norðaru jarðarhálvu sveitta í summarhitanum, stríðast fólk har suðuri í Suðuramerika við tann kaldasta veturin í næstan tjúgu ár. Tað kalda veðrið hevur nú staðið við í meiri enn eina viku og hevur kravt meiri enn 150 mannalív.
Køld luft sunnaneftir hevur lagt stórar partar av Andesfjøllunum undir kava, og nógvastaðni í Kili siga fólk seg ikki hava sæð so nógvan kava tey seinastu 30 árini.
Tað sama er í Argentina. Eitt nú hevur tað kavað í býnum Tucuman, og sagt verður, at tað er ikki hent síðani í 1921. Eisini í Bolivia, Paraguay, Uruguay og har suðuri í Brasil hevur kuldin gjørt vart við seg. Eitt nú hevur tað kavað í Uruguay, og tað eru fólk har ikki von við, skrivar AFP.