Vantandi olja verður ikki tann størsti tilfeingistrupulleikin í komandi árum, men heldur vantandi vatn Heimurin hevur næstan fingið eina vatnkreppu.
Umleið 700 milliónir fólk hava ov lítið av vatni til gerandisdagin , og sambært ST fara umleið tríggjar milliardir fólk at koma í ta støðuna um 25 ár.
Tað fer at økja vandan fyri hungri, fátækradømi og ófriði, men vatntrotið fer eisini at raka orku- og matvøruframleiðsluna minet, sigur ST.