Ólavsøkuveður
Tað stendur púra einki til við ólavsøkuveðrinum í ár, eftir sum forsagnirnar siga frá. Og tær eru so keðiliga samdar, at fryktandi er fyri, at tær fáa rætt, sigur verðurmaður okkara, Petur Skeel Jacobsen.
Petur Skeel væntar, at veðrið verður hampiligt fram til seinnapartin fríggjadagin. Tá fer hann at lota lágt, og tað verður váttligari.
Ólavsøkuaftan býður ikki bøtur, sigur veðurmaðurin. Tá kemur hann av ústynningi ella útsynningivestri. Og tað verður við bæði mjørka og regni út á dagin.
Og tað verður einki frægari meginpartin av ólavsøkudegi. Tá kemur eitt djúpt lágtrýst, 980hPa, vestaneftir. Ættin verður útsynningur ella útsynningursunnan. Út á dagin klárar hann helst í og tað verður ælaveður.
Tó er ein glotti kortini, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur. Tað verður midnáttarsangurin ólavsøkukvøld. Tá verður helst turt, eftir sum forsagnirnar søgdu í gjár.
Annars eru forsagnirnar bæði frá fyrradegnum og í gjár so samdar, at hóast tær liggja nakað langt frammi, er stórur vandi fyri, at veðrið ikki verður tað, sum flestu fólk kundu ynskt sær á ólavsøku.










