Vandi fyri rættiligum kríggi

Útlendskir eygleiðarar í Somalia óttast fyri, at tað blóðfátæka landið í Landnyrðingsafrika fer at enda í borgarakríggi um stutta tíð.

Teir seinastu mánaðarnar hevur ein víðgongd islamistisk rørsla tikið valdið í høvuðsstaðnum Mogadishu og stórum pørtum har suðuri í landinum. Í gjár vóru stórar mótmælisgongur ímóti rørsluni, og fleiri fólk vórðu tikin. Samstundis eru ethiopiskir hermenn komnir inn um markið eftir áheitan frá somalisku stjórnini, og eygleiðararnir stúra fyri, at tann islamistiska rørslan fer at tulka tað sum útlendskan ágang og krígsavbjóðing.

Somaliska stjórnin sigur, at islamistarnir eru yvirgangsmenn, og amerikanska stjórnin vil vera við, at rørslan fjalir nakrar av teimum, sum skipaðu fyri atsóknunum at amerikonsku sendistovunum í Kenya og Tanzania í 1998.

Tann islamistiska rørslan hevur somu grundsjónarmið sum Taliban í Afghanistan og ætlar sær at skipa Somalia eftir einum víðgongdum slagi av Islam, skrivar AP.