Tað er ein trupulleiki, at børn í Føroyum við útlendskum foreldrum, ikki fáa nóg góða undirvísing í føroyskum.
Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og nú hevur hann spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í skúlamálum, hvat hann ætlar at gera við tað.
Løgtingmaðurin sigur, at fleiri børn, har annað av foreldrunum, ella bæði foreldrini, eru útlendsk, flyta til Føroya á hvørjum árið.
Hesi børnini duga ikki føroyskt, og hann heldur, at tá ið tey ikki fáa samskift á føroyskum, er vandi fyri, at tey ikki verða integrerað í føroyska samfelagið – heldur ikki tá ið tey verða vaksin.
Tað er skjótt, at tey føla seg útstoytt, tí tað kann vera ringt hjá teimum at fáa arbeiði tá ið tey ikki duga føroyskt serliga væl og tað kann vera ringt hjá teimum at verða partur av vanliga samfelagslívinum, heldur hann.
Hann vísir á, at hóast børnini ikki duga føroyskt, krevja vit, at tey skulu ganga í vanligum fólkaskúla við næstan somu treytum sum tey føroysku børnini.
Hann ásannar, at skúlar fáa nakrar tímar í føroyskum til hesi børnini, men spurningurin er, um hetta er nøktandi.
– Hoyra børnini ikki føroyskt heima, er skúlin ella dagstovnurin einasta stað, har barnið lærir málið. Tí er tað umráðandi, at vit fara undir at veita hesum børnum skjót og nøktandi tilboð - og tað er bæði fyri samfelagsins, skúlans, lærarans, og næmingsins besta, sigur Jóhannis Joensen.