Vandi fyri at føroyingar fara at liggja eftiri á

- Fáa vit útlendska arbeiðsmegi á føroysku flakavirkini, er vandi fyri, at føroyska arbeiðsmegin missur arbeiði, halda arbeiðarafeløgini. Tí mæla tey til størsta varsemi við at fáa fleiri føroyingar til Føroyar at arbeiða á flakavirkjum


 
Áðrenn vit fáa fleiri útlendingar til Føroyar at arbeiða á flakavirkjum, skulu allir føroyingar hava nokk at gera.
Og tað hava teir ikki í løtuni.
Tað siga umboðini fyri arbeiðarafeløgini í Arbeiðsmarknaðarráðnum.
Tey eru tí ikki sinnað at lata slúsurnar upp, so at fleiri útlendingar skulu sleppa til Føroya at arbeiða á flakavirkjum.
Tey leggja dent á, at áðrenn fleiri útlendingar koma til Føroya at arbeiða á flakavirkjum, skal tann arbeiðsmegi, sum longu er í landinum, gagnnýtast til fulnar.
- Hetta verður ikki gjørt í løtuni, staðfesta umboðini hjá arbeiðarafeløgunum í arbeiðsmarknaðarráðnum. 
Tey seta eisini spurnartekin við uppgerðina hjá umboðunum hjá arbeiðsgevarunum, sum vit hava aðrastaðni her á síðunum og tey ivast í um trotið á arbeiðsmegi er so stórt, sum tey siga.
Umboðini hjá arbeiðarafeløgunum í arbeiðsmarknaðarráðnum siga, at tey hava verið í sambandi við arbeiðarafeløgini kring landið og upplýsingarnir tey fáa frá teimum, samsvara ikki við tey tøl, sum arbeiðsgevarar varta upp við.
Men samstundis ásanna tey, at tað er torført hjá arbeiðarafeløgunum at fáa fatur á nágreiniligum upplýsingum um trotið á arbeiðsmegi.
 
Verða við sviðusoð
Í sambandi við spurningin um útlendska arbeiðsmegi, leggja arbeiðarafeløgini eisini sera stóran dent á rættin hjá arbeiðsmegini, sum longu er í Føroyum, til at hava arbeiði.
- Tá ið eitt virki fær útlendingar at arbeiða, skulu teir tryggjast fulla arbeiðsviku, sum er 40 tímar um vikuna.
Annars fáa teir ikki arbeiðis- og uppihaldsloyvi.
- Hendan rættin hevur ongin ófaklærdur ella tímaløntur føroyingur og tískil eru arbeiðarafeløgini  varin við at mæla til, at fleiri útlendingar koma til Føroyar at arbeiða.
Arbeiðarafeløgini í Arbeiðsmarknaðarráðnum stúra fyri, at koma fleiri útlendingar til Føroyar at arbeiða, verður tað arbeiðsfólkið, sum longu er í landinum, sum verður við sviðusoð.
Hesin vandin er til staðar, tí arbeiðsgevarin skal tryggja einum útlendingi 40 tíma arbeiðsviku. Og er lítið arbeiði, er sostatt vandi fyri, at tað verða útlendingarnir, sum verða tiknir framum føroyingarnar.
- Hetta er ikki óveruligt, tí longu sum er, eru tað nógv virki, sum bara hava arbeiði tveir, tríggjar dagar um vikuna.
Arbeiðarafeløgini halda, at hetta vísa tølini hjá ALS eisini, tí í november fingu 324 fiskafólk útgjald úr ALS.
Tey staðfesta eisini, at tey virki, sum hava støðugt arbeiði, hava munandi lættari við at fáa støðuga arbeiðsmegi.
Arbeiðarafeløgini skjóta tískil upp, at tey fólk, sum longu eru í fiskavirkisskipanini hjá ALS, verða gagnnýtt betri.
Í hesum sambandi mæla tey til at kanna um tað ikki ber til at gera eina smidliga skipan, har tað skal bera til hjá einum virki, sum hevur trot á arbeiðsmegi, at læna fólk frá einum øðrum virki, sum hevur ov lítlan fisk at arbeiða.