Norsku myndugleikarnir ávara nú fólk ímóti hylkjum ella kapslum við deyðiligum eiturevni í. Slík hylki eru skolað upp á land á leiðini við Oslofjørðin. Funnið er fram til, at í hylkjunum er vandamikið blásýrueitur.
Ein familja, sum gekk sær ein túr eftir strondini, fann herfyri slík hylki, tá tey savnaðu rusk í fjøruni í Vestfold.
Tað var Tønsbjerg Blad, sum bar hesi tíðindi, og nú sigur NRK eisini frá líknandi hylkjum, sum eru funnin á tveimum ymiskum støðum í Buskerud.
Ávaringar eru sendar út um hesi hylki, tá væntandi er, at fleiri slík kunnu verða funnin, nú fólk aftur fara at leita sær oman til strendurnar.
Tað er týdningarmikið, at fólk ikki nerta við hesi hylki, tí vætan í teimum er eitrandi. Øll eru eitrandi, men vandamiklasta hylki er merkt við tveimum grønum ringum, og vætan í teimum er kaliumcyanid.
- Hetta evnið ger, at andadrátturin lammast í stundini, og fært tú bert 50 mg. í teg, kanst tú doyggla. Eitt slíkt hylki hevur í sær umleið 80 mg., sigur Hurum Brannvesen í Noregi.
Lagt verður aftrat, at heil hylki ikki eru heilsuskaðilig, men hylkini kunnu vera í ringum standi, og vandamikla innihaldið kann tískil leka úr teimum.
Sagt verður, at hesi eiturhylki vórðu brúkt av týskarum undir seinna heimsbardaga, og eftir kríggið vórðu tey stoytt í havið. Eingin veit, hvussu mong av slíkum slag kunnu liggja og sløðast fram við strondini.









