Vandamestu fangarnir ikki á listanum

Tá amerikonsku myndugleikarnir herfyri almannakunngjørdu nøvnini á fangunum á støðini í Guantanamo, restaðu nøkur nøvn í, skrivar AP. Sambært tíðindastovuni er talan um nakrar fangar, ið verða roknaðir sum teir vandamestu, og tað hevur fingið fólk at gita, at teir helst verða fjaldir onkra aðrastaðni.

Av teimum 759 nøvnunum á listanum eru umleið 200, sum ongantíð hava verið nevndir fyrr. Umleið 190 av fangunum eru úr Afghanistan og 131 úr Saudiarabia. Teir flestu eru ímillum 25 og 34 ár, men tríggir eru yngri enn 18 ár, skrivar AP.