Vandaleyst fyri toskin

ILA sjúkan, sum møguliga er komin í alibrúk á Oyndarfirði, er ikki vandamikil fyri vanliga fiskiskapin hjá føroyingum, sigur landsdjóralæknin

 

Fiskasjúka

ILA sjúkar er ikki vandamikil fyri tosk, hýsu og annan fisk, sum vanliga verður veiddur undir Føroyum. Tó kunnu upsi og sild møguliga fáa sjúkuna, sigur Bjørn Harlou, lansdjóralækni.

ILA sjúkan er virussjúka, sum serliga rakar laks. Tó er tað so, at annar laksafiskur, eitt nú síl, verður ikki sjúkur, hóast hann er smittaður og tann vegin kann verða smittuberari.

Tá fiskur verður smittaður við ILA virussi, sæst tað millum annað av, at livurin verður svørt, meðan táknurnar blikna.

Er sjúkan staðfest, er vanliga ikki annað at gera enn at taka fiskin av, og avbyrgja økið, har sjúkan er funnin.

Sjúkan smittar illa og kann verða borin á ymsan hátt. Eitt nú kann smittan flytast við streymi, skipum og bátum ella við útslopnum laksi.

Bjørn Harlou, landsdjóralækni, sigur, at fiskur, sum er sloppin úr alibrúkum, helst er størsti smittuberarin yvirhøvur.

Tó er tann møguleikin til staðar, at eitt nú seiður kann vera smittaður og bera smittuna víðari. Hóast tað ikki er ávíst endaliga, sigur landsdjóralæknin, er sannlíkt, at sild og seiður/upsi kunnu fáa smittuna, men sum sagt ikki annar fiskur, tað vísindin veit av.


Titløk

Landsdjóralæknin væntar ikki, at ein møgulig ávísing av ILA í Oyndarfirði fer at ávirka útflutning okkara av øðrum enn alifiski.

Kortini er tað soleiðis, at verður sjúka staðfest í Føroyum, eiga vit at boða EU og altjóða stovninum fyri smittuberandi sjúkum frá. Mett verður so um, hvørt hendan sjúkan er so álvarslig, at tiltøk eiga at verða sett í verk.

Landsdjóralæknin sammetir slík tiltøk við tey, sum eitt nú verða sett í verk í samband við munn- og kleyvasjúkuna í Europa. Men landsdjóralæknin metir ikki, at møgulig tiltøk fara at verða annað enn fyribils innflutningsavmarkingar.

Men Oyndarfjørður verður stongdur, um sjúkan verður endaliga staðfest. Allur fiskurin verður tikin av fjørðinum, og eingin aling verður loyvd aftur í hvussu er fyrsta hálva árið.

Men Bjørn Harlou sigur tó, at tá fiskurin er tikin, verður aftur loyvt at sigla inn óg út úr havnini í Oyndarfirði.

Sum dømi nevnir hann, at tann parturin av Fuglafirði, har alibrúkið, sum rakt varð í fjør, liggur, varð avbyrgdur, meðan fiskur enn var í ringunum. Men nú er aftur loyvt at sigla har.


Mangla kanning

Tosað hevur verið um at fáa egna fiskapatologiska kanningarstovu í Føroyum, so tær royndir og kanningar, sum gerast skulu, kunnu gerast her. Tað hevði gjørt, at vit kundu borið skjótari at, tá eitt nú illgruni um sjúkur stingur seg upp.

Royndir av fiski úr Oyndarfirði eru, eins og gjørt varð í Fuglafirði í fjør, sendir til Noregs til kanningar. Tað tekur sína tíð, og alla hesa tíðina hevur smittan so møguleika at breiða seg.

Tá sjúkan var í Fuglafirði í fjør, varð tosað um, at vit eiga at fáa eina starvsstovu at taka sær av slíkum Men enn er hon so ikki komin.

Men hetta er kortini ikki nakað, sum gjørt verður eftir einum ári, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Tað skal meira til enn so eitt nú at læra virusdyrking, sigur hann.