Vestmanna kommuna fær ofta ákoyringar um, at vegirnir í bygdini eru í vánaligum standi.
- Hetta eru vit sjálvandi sera hørm um, men sum fíggjarligu útlitini eru í ár, er bert møguleiki at bøta um vegirnar.
Tað sigur Vestmanna kommuna.
Lagt verður aftrat, at kommunan er í teirri støðu, at í ár fer læknamiðstøðin við flestu íløgunum, og árini frammanundan hevur tað verið røktarheimið á Grønanesi, sum er farið við íløgunum.
- Men, frá næsta ári av er ætlanin at fara undir eina miðvísa asfaltering av vegunum, sigur Vestmanna kommuna.










