Vánalig veðurlíkindi hjá fiskiflotanum

Nakrir partrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum, men í løtuni tarnar veðrið teimum smærru trolbátunum

 

- Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er misjavur. Aðrir partrolarar fara útftur, tá veðrið batnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at bert ein ísfiskatrolari er til fiskiskap. Teir fiska tosk og svartkalva og koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Tveir frystitrolarar fiska eisini svartkalva.

 

Aðrir djúpvatnstrolarar fara útaftur, tá veðrið batnar og sama er við teimum smáu trolbátunum, sum allir liggja í løtuni.

 

- Í løtuni fiska trý garnaskip svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Øll koma inn at landa í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.