Van Gaal møguliga venjari hjá Belgia

Louis van Gaal hevur áður havt góð úrslit við niðurlendska fótbóltslandsliðnum

 

Louis van Gaal er millum fremstu nøvnini at taka við landsliðsvenjarastarvinum í Belgia, nú Marc Wilmots hevur lagt frá sær. Tað váttar Francois De Keersemacker, forseti hjá belgiska fótbóltssambandinum.

 

Fyrrverandi Bayern München, Manchester United, Barcelona og Ajax Amsterdam venjarin, Louis Van Gaal hevur áður roynt seg, sum venjara hjá Niðurlondum í tveimum førum, og seinast gekk framúr væl hjá Louis van Gaal við niðurlendska landsliðnum. Í HM-endaspælinum í Brasil í 2014 eydnaðist tað Niðurlondum at vinna bronsu. Góða úrslitið við Niðurlondum er eisini ein tung grundgeving hjá teimum, sum vilja hava Louis van Gaal at taka við belgiska landsliðsvenjarastarvinum. 

 

Francois De Keersemacker, forseti hjá belgiska fótbóltssambandinum váttaði yvirfyri belgiskum ítróttarmiðlafólkum, at Louis van Gaal var eitt ógvuliga gott boð, um Louis van Gaal sjálvur váttaði, at hann var áhugaður. Um Louis van Gaal er áhugaður fara tey í belgiska fótbóltssambandinum avgjørt at umhugsa hendan møguleikan. 

 

Tekniski stjórin hjá belgiska fótbóltssambandinum, Chris van Puyvelde undirstrikar, at hann kundi hugsað sær ein landsliðsvenjara, sum hevur nógvar altjóða royndir, og tí er Louis van Gaal eitt gott boð.