Van Gaal hevur lívvaktir

Louis van Gaal og konan Truus óttast at verða álopin av óðum United fjepparum

Tað er ikki bara lætt at verða høvuðsvenjari hjá Manchester United, aftaná alla viðgongdina, sum var millum 1993 og 2013. Tað hava bæði David Moyes og Louis van Gaal lært at sanna hesi trý farnu árini síðani Sir Alex Ferguson legði frá sær, sum høvuðsvenjari hjá Manchester United.

 

Enska blaðið "The Daily Mirror" skrivar, at Louis van Gaal hevur sett í starv tvær lívvaktir, sum skulu verja hann og konuna, Truus, sum sæst á myndini saman við Louis undan álopum frá óðum Manchester United fjepparum, sum eru dansandi óðir um vánaliga spælið og manglandi úrslitini hjá Manchester United.

 

Illa trýsti høvuðsvenjarin hjá Manchester United er sambært enska blaðnum so óttafullur fyri trygdini hjá sær og Truus, at hann hevur sett í starv tveir lívvaktir, sum halda vakt uttanfyri heimið hjá honum í Cheshire uttanfyri Manchester. Talan er um verju 24 tímar um samdøgurið.

 

"The Daily Mirror" skrivar, at 64 ára gamli niðurlendski høvuðsvenjarin hevur fingið hóttanir frá navngivnum persónum. Summar hóttanir eru so grovar, at Louis van Gaal og konan hava hugsað um at skifta bústað.

 

Louis van Gaal hevur 18 mánaðir eftir av sáttmálanum við Manchester United, men ætlar at halda fram í starvinum so leingi hann sleppur. Megnar hann ikki at endurvinna eina endastøðu millum fýra tey ovastu liðini í Premier League er rættiliga víst, at samstarvið millum hann og Manchester United endar longu í summar.